Fransmaðurin Michel Fourniret, sum er skuldsettur fyri at hava dripið sjey fólk, er nú undir illgruna fyri at hava myrt tvey fólk afturat. Franska løgreglan vil vera við, at tað var hann, sum neyðtók og myrdi ta 20 ára gomlu Joanna Parrish, sum varð funnin deyð í býnum Auxerre í mai í 1990. Harumframt heldur løgreglan, at tað var Michel Fourniret, sum beindi ta 19 ára gomlu, menningartarnaðu Marie-Angele Domece, sum hvarv í 1988. Tann 65 ára gamli Michel Fourniret hevur játtað seg sekan í teimum sjey morðunum, sum hann skal í rættin fyri seinni í hesum mánaðinum.