Tvey met á sama teini

Pál Joensen setti nýtt føroyskt met á teininum 100 m frí í HM-kappingini í Melbourne í nátt, men tríggjar minuttir seinni hevði Kristian Olsen sligið metið hjá Pál

Teir fýra føroysku svimjararnir, sum luttaka í HM-kappingini í Melbourne í Avstralia í hesum døgum, hava fingið sera góð úrslit. Tey hava sett fleiri nýggj met, og í nátt gekst aftur væl hjá føroyingunum
Her vóru tað bert teir báðir dreingirnir í ferðalagnum, Pál Joensen og Kristian Olsen, sum skuldu í hylin. Teir skuldu báðir taka lut í kappingini 100 m frí, og ikki kann sigast annað enn, at úrslitini hjá teimum vóru avbera góð.

Pál setti føroyskt met
Tann fyrsti av teimum báðum, sum skuldi í hylin, var Pál Joensen úr Vágs Svimjifelag. Hann var tilmeldaður við tíðini 56,43 sekund, men hesa tíðina bøtti hann so dyggiliga um. Pál kom nevniliga á mál í tíðini 55,05, og sostatt tók hann næstan hálvtannað sekund av tilmeldingartíðini. Henda tíðin var eisini nýtt føroyskt met, og sostatt høvdu føroyingarnir í Melbourne sett enn eitt nýtt føroyskt met.

Metið stóð í tríggjar minuttir
Tveir riðlar seinni skuldi hin føroyski svimjarin í hylin. Kristian Olsen úr Ægir var tilmeldaður við tíðini 55,55 sekund, men hann gjørdi rættiliga bart í kappingini. Hann kom á mál í tíðini 54,43, og sostatt tók hann 0,62 sekund av metinum hjá Pál Joensen, sum slapp at standa í á leið tríggjar minuttir.
Kristian endaði á 101. plássi, meðan Pál endaði á 112. plássi av 169 luttakarum, og við hesum góðu úrslitum megnaðu báðir føroyingarnir, sum vóru í hylinum í nátt, at seta nýggj føroysk met, og enn ein góður føroyskur dagur í Melbourne var komin at enda.
Í morgin skal bert ein føroyskur luttakari í hylin. Tá skal Mona Simonsen úr Tvøroyrar Svimjifelag luttaka í kappingini á teininum 100 m frí.