Eftir at Føroyar í fyrra dystinum taptu við 11 málum móti rumenska hondbóltslandsliðnum, varð tapið í seinna dystinum tvey mál minni.
Níggju mál vóru á muni, tá avtornaði, og í mun til fyrra dystin riggaði føroyska verjan sunnudagin nógv betri. Nakað sum eisini viðførdi, at málverjar okkara eisini fingu betri fatur á.
Hinvegin vórðu framvegis nógvir møguleikar misnýttir í álopspartinum, men samanumtikið má tað eisini metast positivt, at føroyska liðið fekk somikið nógvar møguleikar.
Niðurstøðan eftir dystirnar báðar má tó verða, at føroyska liðið hevur nógv gott tilfar at byggja á, og at einki er at ivast í, at talan eisini fer at verða um fýra undirhaldandi landsdystir tey bæði komandi vikuskiftini
Føroysku málini sunnudagin skutu:
Sámal Joensen 4(1), Halgir Dahl Olesen 3, Ingi Olsen 3, Bjarni Wardum 2(1), Hans Áki Dal Christiansen 2, Áki Olsen 1, Janus Einar Sørensen 1