Tvey línuskip landa í morgin

Nøkur línuskip koma inn at landa hesa vikuna. Tvey koma væntandi í morgin, og nøkur koma seinni í vkuni.

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey tvey línuskip inn at landa í morgin, og væntandi koma eisini nøkur inn at landa seinni í vikuni.

 

- Skipini hava mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Nakað verður eisini av svartkalva, lira og blálongu síðst í vikuni.

 

Lagt verður aftrat, at tvey frystilínuskip eru undir Íslandi, og eitt er undir Føroyum.

 

Um útróður verður sagt, at streymurin verður góður, men væntandi verður veðrið vánaligt. Tí eru útlitini fyri útróðri í vikuni, sum kemur, einki serlig.

 

Myndin er av línuskipinum Kambi. Hon er tilvildarliga vald.