Tvey lið afturat megnaði í gjárkvøldið at spæla seg í EM-endaspælið í Fraklandi komandi ár. Talan er um Norðurírland og Portugal.
Við einum tryggum 3-1 sigri á Grikkalandi megnaði Norðurírland at tryggja sær annað av fremstu plássunum í bólkinum hjá Føroyum. Hitt plássið er enn stríð um millum Rumenia og Ungarn. Tað sá leingi út til, at Ungarn skuldi megna at toga seg upp á 2. plássið, við tað, at Finland lá á odda 1-0 móti Rumenia. Finland mátti vinna dystin, fyri at hava vónir um at karra seg upp á 2. ella 3. pláss, men í eykatíðini megnaði Rumenia at javna. Rumenia er tí á øðrum plássi við 17 stigum, Ungarn hevur 16 stig, meðan Finland nú ongan møguleika hevur longur, við einans 11 stigum.
Portugal gjørdi sína skyldu í gjár við einum 1-0 sigri móti Danmark. Joao Moutinho skoraði í 66. minutti málið, sum sendi Portugal til EM. Tíbetur fyri Danmark tapti Albania móti Serbia, so danir eru enn á øðrum plássi í bólkinum. Tíverri fyri teir, so hava teir spælt sín seinasta dyst, meðan Albania, eitt stig aftanfyri, hevur ein dyst eftir. Sunnukvøldið skulu Albania á vitjan í Armenia og ein sigur har sendir teir víðari og Danmark út í play-off dyst. Alt annað enn ein sigur til Albania, so er Danmark víðari.
Í bólki D hevði Týskland møguleikan at tryggjað sær plássið í EM komandi ár, men taptu móti Írlandi. Sigurin hjá írum skapti veruliga spenning í bólkin, tí við tað at Póland spældi javnt móti Skotlandi, hevur Týskland nú 19 stig, meðan Póland og Írland hava 18 stig hvør. Sunnukvøldið spæla Pólland og Írland, meðan Týskland skal spæla móti Georgia.
Sjey lið eru nú klár til EM: Frakland, Ongland, Eysturríki, Ísland, Tjekkia, Portugal og Norðurírland.










