Fyri minni enn tveimum árum síðani vann Portsmouth FA Cup. Liðið hevði spælarar sum Glen Johnson, Jermain Defoe, Sully Muntari, Peter Crouch, Lass Diarra, Sol Campbell og Nicko Kranjcar. Í dag liggur Portsmouth klárt niðast í Premier League, hevur selt flestu av bestu spælararunum og er sett undir umsiting vegna vánaliga fíggjarstýring.
Upptúrurin hjá Portsmouth byrjaði, tá serbiski handilsmaðurin, Milan Mandaric, keypti felagið í 1999. Tá spældi Portsmouth í næstbestu deildini. Árið eftir var um reppi, at Portsmouth flutti niður í triðjbestu deildina. Í 2003 tryggjaði Portsmouth sær rættindi til at spæla Premier League-fótbólt.
Í januar 2006 keypti Alexandre Gaydamak felagið. Hann brúkar nógvar pengar uppá at styrkja hópin. Í 2007 endaði Portsmouth fyri fyrstu ferð í ovaru hálvu í Premier League, og árið eftir rukku teir hæddarpunktinum. Á Wembley vann Portsmouth 1-0 á Cardiff í FA Cup-finaluni.
Tó var alt ikki, sum tað skal vera. Felagið skifti venjara fleiri ferðir og seldi flestu av bestu spælararunum. Eftir fleiri eigaraskifti er støðan tann, at Portsmouth nú er undir umsiting og stendur til at missa níggju stig, orsakað av tí.
Eigarar fyri skotum
Undan dystinum í gjár, deildu limir í Liverpool-fjepparafelagnum, Spirit of Shankly, faldarar út. Á forsíðuni stóð: »Tom og George: Skuld, lygnir og kovboyarar – ikki vælkomin her, vísandi til at eigarnir, Tom Hicks og George Gillett, hava sett Liverpool í stóra skuld og logið fyri viðhaldsfólkinum«. Á baksíðuni á faldaranum stóð ein nærri frágreiðing um, hví SOS vil hava Tom og George úr felagnum.
Portsmouth-viðhaldsfólkini høvdu í sínum lagi eina stóra plakat, hvørs boðskapur var at seta spurnartekin við sínar egnu eigarar.
Á vøllinum sást tó einki til trupuleikarnir hjá Liverpool, meðan tað sá verri út hjá Portsmouth. Hóast Portsmouth-spælararnir hava fingið nógv rós í ár fyri at stríðast, so var einki at síggja til tað í gjár. Liverpool vann ein lættan 4-1 sigur, sum væl kundi verið størri.
Enn er langt upp
Fernando Torre legði Liverpool á odda um miðjan fyrra hálvleik. Ryan Babel økti eftir upplegg frá Torres, áðrenn Alberto Aquilani kom á máltalvuna. Hetta var fyrsta málið hjá Aquilani, síðani hann í summar skifti til Liverpool úr Roma. Í seinna hálvleiki skoraði Fernando Torres eina ferð aftrat, áðrenn Portsmouth minkaði um munin við máli frá Nadir Belhadj.
Tað er enn stuðul á Anfield til Rafael Benitez. Fleiri ferðir sungu Liverpool-viðhaldsfólkini navnið á venjaranum.
Hendingin, ið hinvegin lýsti støðuna hjá Portsmouth best, var tá teir í seinastu løtu minkaðu um munin til 4-1. Portsmouth-viðhaldsfólkini fegnaðust, sum høvdu tey vunnið Premier League. Líka mikið, hvussu illa tað stendur til, so duga áskoðararnir í Onglandi altíð at hugna sær.
Portsmouth stendur ikki til at bjarga í Premier League, meðan Liverpool enn hevur langt á mál, um liðið skulu enda nummar fýra. Spurningurin er so, hvussu langt Portsmouth skal niður, áðrenn vend kemur í.










