Í vikuni hevur lemmavirkið Rock Trawldoors í Vági sent tvey sett av lemmum av landinum. Eitt sett á 12 fermetrar fór til Tromsø í Norðurnoregi, og eitt sett á 8,5 fermetrar fór til Vigo í Spania.
Hetta sigur stjórin á Rock Trawldoors, Hans Joensen, róptur Hans í Líðini, á Facebook, samstundis sum hann ynskir øllum vinum, kenningum og viðskiftafólki eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.
Ein royndur skiparin á Toftum, William Hansen, sigur á sama tráði á Facebook, at "hetta var tað, sum bjargaði okkum í Kanada…", og hann vísir á, at lemmarnir hjá Rock Trawldoors eru eitt frambot.
Ein annar skipari, Niklái Petersen í Kollafirði, sum er kendur frá rækjutrolaranum, Arctic Viking, sigur, at trollemmarnir hjá fyritøkuni í Vági eru góðir og roynast væl.