Tvey línuskip skift eigara

Bæði línuskipini Mascot á Toftum og Strandingur av Strondum eru seld nú um dagarnar

Sambært upplýsingum hjá Portalinum, hava bæði línuskipið Mascot á Toftum og Strandingur á Strondum skift eigara.
Mascot, sum eitt smápartafelag við sama navni á Toftum eigur, skal verða seldur fyri 21 mió. kr. Keyparin er p/f Eysturoy við Jóhannus Olsen á Toftum og øðrum. Felagið, sum íslendingar eru við í, eigur frammundan Sigmund, Eysturoying og Morgunstjørnuna.
Mascot er bygdur í Póllandi í 1976 og hevur stórtsæð havt somu eigarar líka síðani. Útgerðarmaður og skipari tey flestu árini hevur verið Jákup Hansen á Toftum.
Strandingur, sum p/f Strandingur á Strondum eigur, er bygdur á Skála í 1963 og skal verða seldur fyri 16 mió. kr. Útgerðarmaður er S. A. E. Rasmussen. Keyparar eru Knút Høgagarð og Olaf Højgaard á Toftum, saman við Háldan Haldansen í Vestmanna.