- Tvey línuskip eru til fiskiskap í grønlendskum sjógvi og fiska tosk og brosmu. Hesi bæði skipini koma heim at landa mánadagin.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at eitt frystilínuskip eisini er til fiskiskap í grønlendskum sjógvi.
- Fýra línuskip eru til fiskiskap vestan fyri Føroyar. Hesi fiska tosk og svarkalva. Tvey línuskip eru eystan fyri og fiska longu og brosmu.
Væntandi er, at eitt ella tvey línuskip, sum fiska undir Føroyum, koma inn at landa mánadagin, og hini koma seinni í vikuni ella fyrst í aðru viku.
- Tvey føroysk línuskip eru eisini í Grønlandi og taka ímóti fiski. Restin av línuskipunum liggja við bryggju, men væntandi loysa nøkur fyrsta dagin.
Lagt verður aftrat, at streymurin verður harður tað mesta av vikuni, men veðrið verður gott.
- Tó verður ikki roknað við nógvum útróðrarfiski, tí fiskiskapurin roynist ikki í løtuni, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.










