Tvey línuskip hava skift eigara

Bæði línuskipini Mascot á Toftum og Strandingur av Strondum eru seld nú um dagarnar. Prísurin skal vera ávikavist 21 og 16 mió. krónur. Sambært upplýsingum hjá Portalinum, hava bæði línuskipini Mascot á Toftum og Strandingur á Strondum skift eigara.

Mascot, sum eitt smápartafelag við sama navni á Toftum eigur, skal vera seldur fyri 21 mió. kr. Keypari er p/f Eysturoy við Jóhannus Olsen á Toftum og øðrum. Felagið, sum íslendingar eru við í, eigur frammundan Sigmund, Eysturoying og Morgunstjørnuna.

Mascot er bygdur í Póllandi í 1976 og hevur stórtsæð havt somu eigarar líka síðani. Útgerðarmaður og skipari tey flestu árini hevur verið Jákup Hansen á Toftum.

Strandingur, sum p/f Strandingur á Strondum eigur, er bygdur á Skála í 1963 og skal vera seldur fyri 16 mió. kr. Keyparar eru Knút Høgagarð og Olaf Højgaard á Toftum, saman við Háldan Haldansen úr Vestmanna. Háldan eigur frammanundan Thomas Nygaard og Gullberg.