Í kvøld klokkan 19 verður almennur felags foreldrafundur í Skála skúla, har røtt verður um, hvussu skúlin kann taka hædd fyri, at gentur og dreingir eru ymisk, og at tey hava tørv á ymiskum undirvísingarhættum.
Tað verða Birna Vestergaard, Annika Djurhuus og Terji Vestergaard, sum fara at leggja fram um evnið, sum tey hava skrivað endaliga serritgerð um á Føroya Læraraskúla.
Á fundinum verður eisini kunnað um nøgdsemiskanning, sum skúlastýrið hevur ætlanir um at fremja í Skála skúla.
- Umframt at vera felags foreldrafundur fyri foreldur at øllum næmingum í skúlanum, er tiltakið eisini alment, og øll eru vælkomin, sigur skúlastýrið fyri Skála skúla.