Tvey KT-feløg sett á stovn

Fimm nýggj feløg sóu dagsins ljós í farnu viku, tey flestu við heimstaði uttan fyri høvuðsstaðin.

 

Fimm nýggj feløg sóu dagsins ljós í farnu viku, tey flestu við heimstaði uttan fyri høvuðsstaðin. Tað sæst í uppgerðini hjá Business Line yvir broytingarnar í partafelagsskránni seinastu vikuna.

 

Nýggju feløgini eru tvey KT-feløg, eitt í matvinnuni, eitt innan el-arbeiði og eitt í klædnavinnuni.

 

Nýggju feløgini eru ÍVF Eagle hjá Dávid Mørkøre úr Klaksvík, ÍVF Faroeknit hjá Randi Hjelm Debes úr Vági, ÍVF E-tek hjá Eyðun Jensen úr Klaksvík, Sp/f 3D Heim hjá Hera Magnason Arge og Áranti Gaard av Argjum og Sp/f Zorva hjá Premnath Madhu Pednekar og Regin Andriasi Foss Davidsen úr Sørvági.

 

Allar broytingarnar kunnu lesast her.