Fólkaflokkurin í Norðoyggjum hevur stillað báðar tingmenninar og varaborgarstjóran í Klaksvík upp saman við tveimum kvinnum og tveimum monnum Miðskeiðis í hesum valskeiðnum ljóðaði, at hvørgin tingmaðurin hjá Fólkaflokkinum í Norðoya valdømi fór at stilla uppaftur. Seinastu mánaðirnar hevur tað tó verið greitt, at bæði Anfinn Kallsberg og Jógvan við Keldu fóru at verða á listanum.
Mánakvøldið var triði og síðsti uppstillingarfundur í Norðoya Fólkafloksfelag. Sjey valevni eru á listanum ? fimm mannfólk og tvey konufólk.
Á listanum eru Anfinn Kallsberg, Viðareiði, Jógvan við Keldu, Klaksvík, Jákup Mikkelsen, Klaksvík, Eyðstein Poulsen, Klaksvík, Hanna Dalsenni, Klaksvík, Gvøðbjørg West, Klaksvík og Rói Absalonsen, Viðareiði.
Á valinum 20. januar í 2004 fekk Fólkaflokkurin 1434 atkvøður í Norðoya valdømi. Fólkaflokkurin vann tveir av teimum fýra valdømisvaldu tingmonnunum í Norðoya valdømi. Anfinn Kallsberg varð fyrstvaldur við 821 persónligum atkvøðum, og Jógvan við Keldu var fjórðvaldur við 200 persónligum atkvøðum. Triður á fólkaflokslistanum í Norðoyum var Jákup Mikkelsen við 192 persónligum atkvøðum. Hann var fyrra partin av hesum valskeiðnum tingmaður, tá ið Jógvan við Keldu var landsstýrismaður.
Løgtingsvalið verður í seinasta lagið leygardagin 19. januar 2008.