Eins og væntað, so eru Real Madrid og Wolfsburg klár til fjórðingsfinalurnar í Champions League.
Bæði liðini greiddu sína skyldu á heimavølli, eftir at tey í fyrru uppgerðini eisini vunnu sínar dystir.
Roma trýsti - Madrid avgjørdi
AS Roma venjarin, Luciano Spalletti, hevði annars boðað frá, at Roma ætlaði at leypa á á Bernabeu leikvøllinum í Madrid. Og sigast má, at hann helt orð. AS Roma kann einans takka sær sjálvum, at teir ikki løgdu seg á odda, áðrenn Real Madrid kom á odda í dystinum. Møguleikar høvdu teir í øllum førum nokk av.
Úrslitið endaði við at Real Madrid vann dystin 2-0. Cristiano Ronaldo legði Real Madrid á odda 1-0 tjúgu minuttir inn í seinna hálvleik, og lítla løtu seinni økti James Rodriguez til 2-0 fyri Real Madrid.
Eftir at Real Madrid legði seg á odda í dystinum, høvdu teir gott tamarhald á, men løtuna undan málinum, trýsti Roma heimaliðið mestsum í botn.
Schurrle avgjørdi fyri Wolfsburg
Í hinari uppgerðini møttust Wolfsburg og Gent. Og eisini har greiddi heimaliðið sína skyldu. Wolfsburg vann dystin 1-0 við máli frá Andre Schurrle, sum hann skoraði eitt gott korter undan leikloki.
Real Madrid og Wolfsburg eru sostatt fyrstu liðini sum eru klár til fjórðingsfinalurnar í Champions League kappingini.
Í annaðkvøld eru dystirnir Zenit Skt. Pætursborg – Benfica, og Chelsea-Paris Saint Germain.
Úrslitini í kvøld:
Real Madrid – AS Roma 2-0 (0-0) Samanlagt 4-0
1-0 Cristiano Ronaldo, 64.
2-0 James Rodriguez, 68.
Wolfsburg – Gent 1-0 (0-0) Samanlagt 4-2
1-0 Andre Schurrle, 74.