Tvey øki føroyskan áhuga

Á fundi millum fiskivinnuráðharrarnar í ES í november 1999 varð samtykt nýggj reglugerð fyri skipanina av marknaðinum fyri fiska- og alifiskavørur

Í tíðindaskrivi frá Vinnuhúsinum verður nevnt um nýggju reglugerðina sum kemur í gildið 1. januar 2001 og kemur í staðin fyri reglugerð 3759/92.

Endamálið við reglugerðini, sum verður kallað COM (Common Organisation of the Markets in Fishery and Aquaculture Products), er at skapa varandi javnvág millum tilfeingið og fiskiorkuna, og at geva vinnuni á landi ivaleyst av rávøru at arbeiða við, samstundis sum arbeiðspláss á havinum ikki verða hótt.


Ávirkar útflytarar

Tá lóggávan er gjørd, sum fylgir reglugerðini frá ráðharrafundinum upp, ber til at siga nágreiniliga, hvussu hetta fer at ávirka føroyskar útflytarar.

Tað eru serliga tvey øki í reglugerðini, sum hava føroyskan áhugað. Tey eru: betur kunning til brúkaran og javnvágin millum útboðið og eftirspurningin av rávørum, skrivar Vinnuhúsið.