Tvey Javnaðarvalevnir í Norðstreymi

Tvey mannfólk stilla upp fyri lista C í Norðstreymi.

Lokalfelagið hjá Javnaðarflokkinum í Norðstreymi boðar í tíðindaskrivi frá, at felagið hevur valt at stilla tvey valevnir upp til komandi løgtingsval.


Tey bæði valevnini eru Hilbert Elisson úr Vestmanna og Sonna Samuelsen úr Hósvík. 


Hilbert Elisson er 44 ára gamal, byggifrøðingur og arbeiðir sum verkætlanarleiðari í byggideildini hjá Landsverki, umframt at vera valdur í bygdarráðið í Vestmanna. 


Sonni Samuelsen er 40 ára gamal, arbeiðsformaður hjá Articon og varaborgarstjóri í Sunda kommunu.