Kvinnurnar hjá Mjølni hava um vikuskiftið møguleikan at vinna greipuna, um tær vinna á Fleyr í FM-finalunum, tí longu frammanundan hevur Mjølnir jú vunnið steypakappingina. Hinvegin hevur Fleyr møguleikan at vinna fyrsta meistaraheitið hjá kvinnunum síðani 1997!
– Vit eru spentar og hava roynt at vant, sum spældu vit ímóti Fleyr. Nú hava vit kjansin at fara við greipuni, og tað ætla vit eisini. Hetta eru tvey rættiliga jøvn lið, so eg vænti tveir dystir við nógvum og góðum álopsspæli, har tað liðið vinnur, ið torir betur, sigur Eina Kalsø í Mjølni.
Fleyr hevur havt munin á Mjølni í vetur við einum 3-2 og einum 3-1 sigur, meðan Mjølnir hevur vunnið eina ferð 3-1. Men serliga í síðsta dystinum tóktust liðini jøvn, og har endaði eitt sett 26-24 og eitt 27-25.
– Sjálvandi eru allar øgiliga spentar, nú vit eru í einari FM-finalu, men tað hevur ikki ávirkað venjingina nakað serligt hesa vikuna. Vit kunnu ikki byrja upp á nakað nýtt nú, men fara at gera tað, sum hevur verið nóg mikið til at fáa okkum í finaluna. Eg trúgvi, at tað liðið, sum kemur betur frá byrjan, fer at vinna, sigur Rakul Dalsgaard Jakobsen í Fleyr.
Báðar kvinnufinalurnar er Sveinur Tróndarson fyrsti dómari, og sum annan dómara hevur hann Randi Larsen aftur at sær í morgin og Óla G. Samuelsen sunnudagin.










