Tvey ivamál hjá Kerr

Tað tykist vera ógvuliga ivasamt, um Andreas Lava Olsen og Vagnur Mohr Mortensen eru førir fyri at spæla fótbólt, tá Frankaríki vitjar mikudagin

Teir báðir Andreas Lava Olsen og Vagnur Mohr Mortensen vóru báðir millum teir 22 leikararnar, sum fingu landsliðsboð frá Brian Kerr fyrr í vikuni. Nú er líkt til, at írski landsliðsvenjari okkara skal leita eftir tveimum nýggjum monnum til hópin, sum hann ynskir at hava rundan um seg, nú Frakland vitjar í næstu viku.

Vagnur Mohr Mortensen og Andreas Lava Olsen eru nevniliga báðir tveir skaddir. Fyrstnevndi meiddi seg illa í fótin í dystinum millum HB og 07 Vestur sunnudagin, meðan Andreas Lava Olsen fekk ein vøddaskaða í gjárkvøldið, tá dysturin millum B68 og Víking var minni enn eitt korter gamal.


Fáa boð í dag

Vagnur Mohr Mortensen gongur á høkjum um dagarnar, men skal til fysioterapeut í dag fyri at fáa staðfest, um hann kann spæla landsdyst um eina lítla viku. Sama er støðan hjá Andreas Lava Olsen. Hann skal til fysioterapeut í kvøld so hann eisini fær greiði á, um hann skal rokna við at fáa sín fjórða landsdyst mikukvøldið, tá Frakland vitjar.

Greitt er tó, at Vagnur Mohr Mortensen illa fær sett fótin til, sum støðan er nú, og at ein vøddaskaði sum tann hjá Andreas Lava Olsen, ofta tekur eitt stað í millum 10 og 14 dagar at lekja aftur.


Myndatekstur:

Um Andreas Lava Olsen (í bakgrundini) kemur at venja við landsliðnum upp undir dystin í móti Fraklandi, tykist vera ógreitt