Tvey ivamál

Størsti spurningurin tykist vera, hvørt tað skal gerast rúm fyri bæði Christian Høgna og Rógva Jacobsen, ella um einasta broytingin verður at finna avloysaran fyri Toda

Upptakt

Skaðin hjá Toda Jónsson ger tað sjálvandi heilt víst, at broytingar mugu fremjast í føroysku uppstillingini, men í mun til dystin móti Fraklandi, verður talan neyvan um nakrar kollveltandi broytingar.
Allar helst verður tað soleiðis, at í 9 av 11 førum verður talan ikki um nakrar broytingar yvirhøvur. Einasta ivamálið afturat álopsplássinum tykist vera, hvørt Mortan úr Hørg enn einaferð fær møguleikan á høgra bakki, sum hann røkti so væl móti Kypros, ella um broyting eisini verður gjørd á hesum plássinum.
Verður talan um broyting her, merkir tað ivaleyst, at Christian Høgni Jacobsen verður settur aftur á bakkin. Hann hevur roynt hetta plássið á landsliðnum nakrar ferðir áður, og í Fraklandi kom hann eisini á hetta plássið stutt inn í seinna hálvleik.
Christian Høgni er tó eisini ein møguleiki, tá nýggi álopsmaðurin skal finnast fyri Toda Jónsson.
Her er ein annar møguleiki eisini, at Rógvi Jacobsen aftur fær pláss á liðnum. Kropssterki klaksvíkingurin hevur ikki minst sínar fyrimunir í luftspælinum, har hann sera sjáldan verður yvirmatchaður, og tí er tað avgjørt møguleiki fyri, at hann hesaferð fær leiklutin sum spælarin, ið skal binda miðvøll og álop saman, meðan Andrew so verður fluttur heilt fram á toppin. Tann leiklutin hevur Rógvi eisini spælt fyrr við góðum úrsliti, og tí er hetta als ikki óhugsandi.
Og triði møguleikin er so sjálvandi, at Mortan úr Hørg framvegis verður á høgra bakki, meðan álopið so verður mannað við Rógva og Christian Høgna, men sum Andrew hevur lagt fyri í donsku kappingini, so er kortini nógv, sum bendir á, at hann verður við frá fyrsta bríksli.
Tí verður okkara git um føroysku byrjunaruppstillingina hesa ferð soljóðandi: Jákup Mikkelsen - Christian Høgni Jacobsen, Óli Johannesen, Jón Rói Jacobsen, Súni Olsen - Jákup á Borg, Ingi Højsted, Fróði Benjaminsen, Claus Bech Jørgensen - Rógvi Jacobsen, Andrew av Fløtum.