Í Norra eru ikki sett færri enn tvey hitamet fyri januar mánaða, nú vit eru komin bert tveir dagar inn í 2020.
Fyrst máldi Norges Meteorologisk Institut, at hitin við Åndalsnes var 18, 6 stig. Stutt eftir kundi staðfestast, at metið varð sligið enn einaferð, tí hitin í Sunndalsøra var 19 hitastig.
Gamla metið var frá 1989, tá hitin í Tafjord varð mettur at vera 17,9 stig.
Við DR sigur Martin Granerød, meteorologur, at talan er um fønvind, ið er, tá luftin verður hitað, tá hon kemur oman úr fjøllunum.
Tað hevur verið bæði blítt og vátt í veðrinum í Norra seinastu tíðina upp undir ársskiftið, og útlit eru ikki fyri, at veðrið fer at vera nógv annarleiðis.
– Bæði langtíðarfrásøgnin, vanliga frásøgnin og sesongfrásøgnin peika í ta ættina. Sum tað er í dag, sær út til at tað verður ein mildur vetur fram til endan av mars mánaði, sigur Erik Kolstad, veðurlagsgranskari, við NRK.