Tvey heiðursmerki

Føroysku svimjararnir fingu tvey heiðursmerki mikukvøldið, og voru tey bæði úr bronsu

 

Svimjing


Tveir føroyskir svimjarar svumu seg til heiðursmerki í svimjingini mikudagin, og í báðum førum var talan um føroyskt met hjá teimum, so ikki kann sigast annað enn, at avrikini vóru í lagi.

Eivind Eysturoy fekk bronsu á 100 metra teininum í frísvimjing. Tíðin hjá honnum var 52,94 sekund, og er hetta nærum eitt heilt sekund betri betri enn gamla metið.

Sjálvur segði Eivind eisini aftaná, at hann sjálvsagt var sera væl nøgdur.

- Teir, sum vunnu gull og silvur svumu so nógv skjótari, so bronsan var tað mesta, sum eg kundi røkka.



2/100 skiltu

Eisini Asbjørn Hansen setti met á teininum, 50 metra firvald. Asbjørn vann sær við hesum eitt bronsumerki við tíðini 26,60. Beint aftan fyri Asbjørn var gamli eigarin av føroyska metinum, Eivind Eysturoy, sum bert var 2/100 sekund aftan fyri liðfelagan.

Tá vit eftir hetta hittu Asbjørn, var hann sjálvandi fegin um bronsuna, men hann var kortini keddur um, at tað var so tætt millum seg og Asbjørn.

- Hevði tað bara verið onkur annar, sum var so nær við. Sjálvandi eri eg fegin um bronsuna og metið, men tað er keðiligt at skula taka tað frá einum, sum tú venur saman við hvønn dag.


Met til Báru

Annars setti Bára Joensen eisini føroyskt met í 100 metra bringu, har hon svam í tíðini 1.20,00. Talan var samstundis um bólkamet hjá Báru, so hóast tað ikki rakk til heiðursmerki, so var hon sjálvandi nøgd um hetta.

Annars gjørdist Bára nummar átta í 50 metra frí, og við tveimum finaluplássum rakk hon soleiðis tí málinum, sum hon setti.