Vaktleiðarin á politistøðini í Havn sigur, at tað var nógv fólk í býnum í Havn leygarkvøldið eftir landsdystin millum Føroyar og Danmark.
- Her var nógv fólk, og her vóru eisini nógv full fólk. Tað var, sum tað plagar at vera, tá nógv fólk savnast í býnum.
Vaktleiðarin sigur, at tað annars gekk rímiliga friðarliga fyri seg í havnargøtum.
- Vit høvdu tó tvey harðskapsmál um vikuskiftið - eitt í høvuðsstaðarøkinum og eitt í norðurøkinum.
Enn er ov tíðliga at siga, hvussu hesi bæði málini fara at tørna út, tí enn vantar løgregluni at gera nakrar avhoyringar.
- Tað er ov tíðliga at siga nakað um, hvat fer at spyrjast burtur úr hesum báðum harðskapsmálunum, sigur vaktleiðarin í morgun.
Leggjast kann aftrat, at ein bilførari í norðurøkinum varð tikin fyri at koyra við kenning um vikuskiftið.