Eitt ferðsluóhapp var uttan fyri Kalsbaksbotn fyrrapartin, og seinnapartin í gjár var eitt í Vágatunlinum
Óhappið í Kaldbaksbotni hendi, tá ein bilur rendi upp í afturendan á bilinum frammanfyri, sum steðgaði fyri einum bili, ið stóð parkeraður við vegjaðaran.
Ein einsamøll kvinna var í tí fremra bilinum, og hon bleiv flutt á Landssjúkrahúsið. Fýra fólk vóru í hinum bilinum, men tey fingu bara onkran smávegis snudd, skrivar Vikublaðið.
Um fimmtíðina seinnapartin í gjár var eitt ferðsluóhapp í Vágatunlinum. Ein kvinna, sum var á veg vestureftir, misti tamarhaldið á bilinum, so hann rendi út í annan veggin, skrivar joanisnielsen.fo. Eldur kom í bilin, men hann varð skjótt sløktur. Kvinnan fekk ikki stórvegis mein.