Tvey hús liðug í ár

Tað er ikki á hvørjum ári at nýtt ? ella nýggj! - sethús verða bygd í Gásadali, vestastu bygdini í Vágum. Hetta árið verður kortini eitt undantak í so máta: Gongst sum ætlað fara fólk at flyta inn í ikki færri enn tvey sethús í bygdini.

Í løtuni er fyrsta útstykkingin við meiri enn einum sethúsum í gerð í Gásadali.

Í hesi eru íalt fýra grundøki, og av teimum verða væntað at tvey teirra verða klár at flyta inn í seinni í ár.

Annars hevur fólkatalið í Gásadali verið í minking tey seinnu árini. Fyri sløkum 20 árum síðani var tað omanfyri 20, men í fjør var tað komið niður á 15.

Teir fyrstu mánaðirnar av árinum í fjør lá talið á sama støði, men eftir summarfrítíðina hækkaði tað til 18.

Tey seinastu hagtølini frá Hagstovuni vísa, at tað eisini búðu 18 fólk í Gásadali í oktober mánaði í fjør.