Tvey gullskot frá toppskjúttanum

Toppskjúttin í Formula deildini, Arnbjørn Hansen, hevur rættuliga gjørt um seg fyrstu løtuna eftir steðgin á Skála, har EB/Streymur stríðist fyri tryggja sær FM heitið.

Eftir ein tíma hamraði Arnbjørn Hansen eftir langa framlegging við langskoti bóltin upp undir tvørtræið og í málið.

Í næsta álopinum eydnaðist tað Oby at javna til 1-1 eftir málverjukiks.

Men EB/Streyma skelkurin var ikki størri, enn at Arnbjørn Hansen við enn einum rimmar langskoti høgdi bóltin í málið aftanfyri Predrag Markovic í Skála málinum.

Nú tykist hýrurin millum trúføstu EB/Streyma áskoðararnar at vera meiri eyðkendur av FM rómi, enn hann var fyrsta tíman!