Tvey framúr avrik

Hóast enn eitt »heiðurligt« tap, so fekk Henrik Larsen illa verið annað enn væl nøgdur um føroyska avrikið

Tað vóru mong, sum hveptu seg nakað, tá føroyska uppstillingin varð almannakunngjørd. Tað var væntandi, at Julian Johnsson kom aftur á liðið. Men har var eingin Jákup á Borg, sum annars hevur verið rimmarfastur síðani várið 2001. Og heldur enn at nýta Julian mitt á, varð hesin nú settur sum kantspælari.
Hinu megin hevði Heðin á Lakjuni fingið leiklutin sum kantur, og Claus Bech Jørgensen var nú maðurin, sum skuldi stuðla álopið, meðan Rógvi Jacobsen var á miðvøllinum.
Talan var sanniliga um broytingar, og hesar gjørdust ikki minni merksiverdar, tá føroyska avrikið á Svangaskarði als ikki var so galið.
- Eg var sum so ikki ónøgdur við nakað á Svangaskarði. Men vit manglaðu djúpu renningarnar í síðunum, sum kunnu geva okkum nakað eyka frameftir. Tí valdu vit at royna við Heðin og Julian á kantunum, og teir báðir eiga stórt rós uppiborið fyri mátan, sum teir loystu uppgávuna uppá, sigur Henrik Larsen.

Stillaðu ikki tekopparnar
Og um sjálvan dystin segði landsliðsvenjarin seg illa kunna vera annað enn sera væl nøgdan.
- Serliga í fyrra hálvleiki spæla vit nakað av tí besta, sum vit yvir høvur hava spælt. Vit klára at spæla bóltin runt, og tá vit royna at koma ígjøgnum, er bæði breidd og djúpd í. Til tíðir fingu vit eisini eitt veruligt trýst á írar upp á hendan mátan, og tað sigur so sanniliga eisini eitt sindur.
Vart tú bilsin um, at okkara fingu so gott pláss, tá vit komu niðan á vøllin?
- Nei. Vit vistu, at teir fóru at leggja trýstið høgt, og ætlanin var nevnlig at koma aftur um hetta trýstið.
Men so verður talan enn einaferð um eitt av hesum vanligu »næstan«. Hvat er tað, sum ikki riggar nóg væl eftir steðgin.
- Vit koma ikki nóg væl út til seinna hálvleik. Hava snøgt sagt ikki stillað tekopparnar frá okkum, og so tøvir Jákup sjálvandi akkurát í hasi støðuni, sum førir brotssparkið við sær. Tað er nokk eingin, sum veit tað betri enn júst Jákup sjálvur, so tað tími eg ikki at brúka ov nógva tíð uppá.
- Men veruleikin er, at vit ikki eru nóg skarpir fyrstu løtuna eftir steðgin. Tað tænir tó spælarunum til rós, at teir kortini megna at reisa seg aftur, og seinastu 20 minuttirnar eru vit aftur av álvara við í dystinum. Eisini hóast vit ikki raka heilt somu hæddir, sum gjørdu fyri steðgin.

Tvey góð avrik
Tað hevur ofta víst seg, at tá føroyska landsliðið hevur tveir dystir á rað, verður talan ofta um ein góðan og ein minni góðan dyst.
Um tað er sálarlig ella kropslig møði, sum ger um seg, er helst ilt at siga, men tann trupulleikin var als ikki staðar hesaferð. Og tað var eisini nakað, sum venjarin var framúr væl nøgdur um.
- Tað er heilt avgjørt gleðiligt, at spælararnir tvær ferðir á rað hava hildið eitt somikið høgt støði. Ikki minst í dag, har vit altso spæla nakað av tí besta, sum vit yvir høvur hava gjørt.
- Og tað eigur hvør tann einasti spælari stórt rós afturfyri. Teir hava veruliga arbeitt knallhart fyri hesum, og tað hevur so eisini loyst seg, segði Henrik Larsen at enda.