Tvey frá metinum í gjár

380 tilburðir við kronu vóru staðfestir í gjár

 

Í gjár vóru 380 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Øll tey smittaðu hava fingið boð.

 

3997 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 1787 smittað, sjey eru innløgd, harav tveir sjúklingar eru innlagdir av korona, og fimm eru innlagdir av aðrari orsøk.

 

Smittutrýstið er farið upp á 9,5 prosent, tað var 9,2 prosent fyrradagin. Talið av smittaðum í miðal seinastu sjey dagarnar er nú komið upp á 250.