Real Madrid vann tryggan 5-2 sigur á útivølli móti FC Zurich, og yvir ein kamb gjørdu stóru liðini sína skyldu í kvøld.
Scholes stútaði sigursmálið inn, tá Manchester United vann 1-0 á útivølli móti Besiktas, og á Stamford Bridge skoraði Anelka einasta málið í dystinum hjá Chelsea móti Porto.
Mest óvæntaða úrslitið var helst, at Nicosia, sum í summar sendi EB/Streym úr kappingini, vann sær eitt stig á útivølli móti Atletico Madrid.
Úrslitini í kvøld vóru hesi:
Bólkur A
Maccabi Haifa-Bayern Munchen 0-3
Juventus-Bordeaux 1-1
Bólkur B
Wolfsburg-CSKA Moskva 3-1
Besiktas-Manchester Utd 0-1
Bólkur C
Marseilla-AC Milan 1-2
Zurich-Real Madrid 2-5
Bólkur D
Atletico Madrid-Apoel Nicosia 0-0
Chelsea-Porto 1-0