Í gjárkvøldið hendi eitt ferðsluóhapp á Fjarðavegnum, beint við frákoyringina til Funningsfjørð.
Tveir bilar, skuldi snara inn á vegin til Funningsfjørð, tá ið ein bilur kemur aftanfyri teir, og yvirhálar, og renur beint á ein bil, sum kemur úr Norðskálatunlinum.
Løgreglan sigur, at tvey fólk meiðslaðu seg, og vórðu flutt á Landssjúkrahúsi. Bilarnir fóru so mikið illa, at teir fingu ikki koyrt og máttu førast burtur við kranabili.