Tað segði Teitur Samuelsen, stjóri í tunlinum, við útvarpið fyri løtu síðani.
Støðan var heldur spent, tí tey vistu, at tveir persónar vóru innan fyri eldin, sum var áleið tveir kilometrar inni í tunlinum.
Men tunnilin er 4,2 kilometrar langur sandoyarmegin frá.
Roykkavarar fóru inn í tunnlin og komu út aftur við teimum báðum persónunum, sum tey vistu vóru innan fyri eldnin í tunlinum.
Sambært Teiti Samuelsen tyktust teir at hava tað gott, men fóru kortini til kanningar.
Sløkkiliðsfólk eru nú farin inn aftur í tunnilin fyri at tryggja, at eingin annar er tunlinum.
– Og tað vænta vit als ikki, at tað, tí vit føra yvirlit yvir, hvør er inni í tunlinum, segði Teitur Samuelsen við Kringvarpið.
Hetta er bara fyri at útiloka tann teoretiska møguleikan, at onkur annar kundi verið inni í tunlinum.