Tvey fólk á sjúkrahús eftir ferðsluóhapp

Annar bilførarin hevði einki koyrikort – og er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring

Mitt í nátt var eitt ógvusligt ferðsluóhapp á landsvegnum á Giljanesi, har tveir bilar, sum koyrdu hvør sín veg, stoyttu saman, gron í gron.

 

Løgreglan sigur, at best sum annar bilurin kom koyrandi, endaði hann yviri í vinstru síðu og rendi beint inn í gronina á einum bili, sum kom koyrandi hinvegin.

 

Løgegreglan sigur, at bilførarin í bilinum, sum endaði í skeivari síðu, hevði einki koyrikort. Hann er eisini skuldsettur fyri at koyra við kenning. Tvey fólk vóru í hinum bilinum og tey vórðu flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar. Løgreglan veit ikki, hvussu veit við hjá teimum, at síggja til var einki, sum bendi á, at tey høvdu fingið álvarsligt mein av stoytinum.