Tvey føroysk telduspøl á marknaðin í heyst

What Now, Teddy verður slept 10. juli, meðan Wormsteak verður klárt 1. desembur.

Íverksetarahúsið hevur seinastu árini, stuðlað av Føroya Tele, arbeitt við at fáa á føtur eina føroyska telduspælvinnu, og í farna mánað eydnaðist tveimum toymum, ið arbeiða við hvør sínum telduspæli, at fáa stuðul úr Vinnuframagrunninum.

 

Í vikuskiftissosialinum er stórt tema um spírandi telduspælvinnuna í Føroyum.

 

Telduspølini, sum verða útgivin í ár, eru Wormsteak og What Now, Teddy.

Søgan í Wormsteak er, at nakrir ormar liva í einum búffi, sum onkur etur. Tú stýrir ormunum, sum nú skulu yvirliva og koma ígjøgnum eitt fíggindaligt umhvørvi í maganum á tí, sum hevur etið ormin.

 

Stríð tín veg gjøgnum mannakroppin og alla hans óndu órinsverju, so sum bakteriur, ið drepa sníkar, sýru, og aðrar forðingar, ið royna at steðga framgongdini hjá slíkum sníkum sum ormum. Tú, tað vil siga, ormarnir, hava tó bara eitt endamál – at sleppa út úr kroppinum skjótast gjørligt.

Spælið verður slept 1. desembur til android og apple-telefonir og teldlar.

- Líkt er til, at Wormsteak fer at vera ókeypis at spæla, men fíggjað við lýsingum. Enn vita vit ikki, hvussu nógvir banar vera við í upprunaútgávuni, men undirtøkan fyri spælinum fer at avgera, hvussu ofta nýggir banar verða lagdur afturat, greiðir Kristian Sakarisson, ið er ein teirra, sum ger spælið, frá.

 

Í What Now, Teddy, hevur tú leiklutin sum ein lítil drongur, sum vaknar eina náttina, men ikki heima hjá sær sjálvum.

Lítli Timmy vaknar og uppdagar skjótt, at hann ikki longur er heima. Ella tað vil siga, hann er heima, men er vorðin umbýttur av huldufólki, ið hava tikið hann við sær inn í eina aðra verð, meinlík hansara egnu. Gjøgnum spegl sær hann inn í sína egnu verð, síni foreldur, sítt heim, men eisini umbýtisbarnið, sum hermir eftir honum, men hevur tikið hansara pláss. Timmy má nú royna at finna leið sína heim aftur, alt meðan hann krógvar seg fyri huldufólkunum, ið hava tikið hann.

- Spælið verður gjørt til PC, og fyrsta spælbara útgávan, ein forsmakkur, verður leyslatin longu 10. juli, sigur Kristjan R. Gásadal, sum saman við øðrum mennir spælið. Hann vónar, at spælið verður væl móttikið og dylir ikki fyri, at tað er fyri at kanna áhugan fyri spælinum, at hesin forsmakkurin verður sleptur.

 

Les meiri um føroysku telduspælvinnuna í vikuskiftissosialinum.