Avlurtingarpakkin og útlendingalógin eru til fyrstu viðgerð í fólkatingssalinum í dag.
Klokkan 13 føroyska tíð verður fundur í fólkatingssalinum, har eitt nú avlurtingarpakkin og broytingar í føroysku útlendingalógini eru til fyrstu viðgerð.
Broytingin í útlendingalógini er punkt 9 á skránni í dag. Broytingin skal gera tað lættari hjá útlendingum, ið arbeiða innan ávísar vinnur at fáa uppihaldsloyvi í Føroyum. Her er talan um vinnur, ið tørva arbeiðsmegi.
Punkt 10 á skránni í fólkatingssalinum í dag er avlurtingarpakkin. Talan er um broytingar í rættargangslógini, sum víðka heimildirnar fyri avlurting og eisini gera tað møguligt at videoavhoyra børn.
Møguleiki er at fylgja beinleiðis við málunum á sjónvarpsrásini hjá Fólkatinginum VIÐ AT TRÝSTA HER