Svimjifelagið Ægir bjóðaði til svimjistevnu í Klaksvík um vikuskiftið.
Heimasíðan svimjing.com skrivar, at mest merkisverdu úrslitini vóru nýggju juniormetini hjá Sáru R. Nysted úr SuSvim og Signhild Joensen úr Ægir.
Sára R. Nysted setti nýtt juniormet í 100 metur blandað við tíðini 1:05.74. Hon átti sjálv gamla metið, sum var 1:06.44, og betraði sostatt um metið við 7 tíggjunapørtum av einum sekundi. Enn er tó nakað á mál til føroyska metið hjá Poulu Øssursdóttir Mohr, sum er 1:03.78, sum hon setti á Føroyameistarstevnuni í 2013.
Signhild Joensen setti nýtt juniormet í 200 metur rygg. Hon svam teinin við tíðini 2:15.40. Hon betraði tí um sítt egna met frá SuSvim stevnuni í septembur, tá hon svam 2:15.64. Hon nærkast tí heilt nær føroyska metinum hjá Elspu Mørkøre, sum er 2:15.15, sum hon setti á donsku meistarastevnuni í stuttgeil í 2007.
Annars skrivar svimjing.com, at besta úrslitið í kappingini átti Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag, sum svam 3:56.99 á 400 metrum frí og tískil vann sær 718 FINA stig.