Fótbóltur
Tað kom sum vera man illa við, at VB tók sítt lið úr kappingini í bestu kvinnudeildini. Hetta viðførdi, at tað nú bert eru fimm lið eftir í deildini, men eftir summarsteðgin kemur hetta tó aftur í rættlag.
Kappingernevndin hevur gjørt av, at besta liðið í aðru deild flytir beinleiðis upp í bestu deildina eftir summarsteðgin, meðan niðasta liðið í fyrstu deild skal spæla móti teimum næstovastu í aðru um upp- og niðurflyting.










