Fagnaðurin hjá Gøtumonnum var øgiligur, tá teir í seinastu sekundunum av seinasta dystinum í fjør megnaðu at lyfta seg upp um TB. Týdningarmikla málið bar við sær, at GÍ endaði næstniðast á stigatalvuni, og tí fingu teir ein eyka møguleika at halda sær í deildini. Ein møguleika, sum teir eisini tóku av við tryggum samanløgdum sigri á B71.
Men eftir nýggja lógaruppskotinum hjá FSF, so vildi málið hjá GÍ á Skála ikki havt annað enn kosmetiskan týdning. Skotið verður nevnliga upp, at nummar 9 og 10 í Formula-deildini flyta beinleiðis niður í fyrstu deild í 2006. Sama skipan verður eisini galdandi í deildunum niðureftir.
Hartil verður eisini staðfest, at tað bert eru tey bæði fremstu liðini í eini deild, sum kunnu flyta upp. Tað vil siga, at eigur t.d. vinnarin av fyrstu deild longu lið í Formula-deildini, verður tað bert eitt lið, sum flytur upp, og hevur nummar trý tí ikki sama møguleika, sum tey áður hava havt.