Flogfarið, sum skuldi koma úr Reykjavík seinnapartin í dag er avlýst, eisini er flogfarið, sum eigur at koma úr Keypmannahavn í kvøld avlýst. Tað er nógvur vindur vestanfyri, hann er sunnan í ættini og væntandi veksur vindurin meira í kvøld, veðurforsøgnin sigur, at vindferðin fer at liggja um 16-18 m/sek seint í kvøld.
Eitt flogfar kom úr Keypmannahavn kl. 13:40. Tvey flogfør eru farin úr Vágum í dag, tað fyrra fór kl. 8:15 og hitt fór kl. 14:54, tey fóru bæði til Keypmannahavnar, eitt er eftir at fara avstað, tað skal eftir ætlan fara kl. 17:30, tað fer eisini til Keypmannahavnar.