Tvey ferðsluóhapp í Suðuroy

Í nátt fóru trý fólk á Suðuroyar Sjúkrahús til kanningar

Í nátt fekk løgreglan boð um tvey ferðsluóhapp í Suðuroy.

 

Fyrra óhappið hendir á Tvøroyri beint fyri midnátt.

 

Tað var hált og og tað endaði við, at bilførarin rendi á ein bil, sum stóð parkeraður.

 

Løgreglan sigur, at tvey fólk í bilinum, sum koyrdi, vórðu flutt á Suðuroyar Sjúkrahús til kanningar.

 

Men tað tóktist ikki sum um at tey høvdu fingið nevniverdan skaða.

 

Seinna óhappið hendir í Vági mitt í nátt. Har kom ein bilur koyrandi og løgreglan sigur, at brádliga kom ein maður út fyri bilin.

 

Bilurin lukkaðist ikki at bremsa, so hann rakti mannin. Maðurin endaði við at knalla høvdið í forrútin á bilinum og stoyturin var so harður, at rúturin brotnaði.

 

Eisini tann maðurin varð fluttur á Suðuroyar Sjúkrahús til kanningar.

 

Løgreglan veit ikki, hvussu tað bar til, at maðurin kom fyri bilin.