Tvey ferðsluóhapp í hálkuni

- Tað er enn ekstremt hált um alt landið og nógvir bilar standa sera illa fyri, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.

 

Annars hevur løgreglan ikki fingið mangar fráboðanir í nátt. Ein bilur fór av vegnum í Gøtu um trý-tíðna í nátt vegna hálku, men har var eingin fólkaskaði. Løgreglan sigur, at bilurin hevði góð píkadekk, men at tað var púra glerstoytt, so har var lítið at gera. Løgreglan hevði ikki illgruna um nakað illgrunasamt annars.

 

Í Hoyvík kom ein treylari illa fyri í hálkuni í morgun. Hann var á veg oman til FK í Hoyvík, tá vognurin fór á glið og tók bilin við sær. Heldur ikki her var talan um nakran fólkaskaða.

 

Les eisini Garðurin helt trailaranum