Tað hevur verið nógvur kavi og kalt hesar seinastu dagarnar, og í hesum sambandi hava eisini nøkur ferðsluóhapp verið. Á landsvegnum ígjøgnum Gøtudal vóru ikki færri enn tvey óhapp við stuttum millumbili í gjárkvøldi. Tey vóri bæði á sama staði, nevniliga við Mortansstovubrekku, sum er vegurin frá landsvegnum, framvið fótbóltsvøllinum, oman í Norðragøtu.
Løgreglan sigur, at í tí fyrra førinum, komu bilar koyrandi oman ígjøgnum dalin, tá ið ein bilur stegðar og skal snara til vinstru inn á Mortansstovubrekku. Tveir bilar aftanfyri steðga, men tann triði bilførarin er óansin, og klárar ikki at steðga, men renur upp í reyvina á bilinum frammanfyri. Løgreglan sigur, at bilførarin, sum rendi á, fær eitt klipp í koyrikortið.
Í tí seinnaførinum skal ein bilur av Mortansstovubrekku, inn á Landsvegin, men ansar ikki eftir, at ein bilur kemur niðaneftir. Sostatt helt hann ikki av, sum hann átti, men rendi á bilin, sum kom eftir landsvegnum. Løgreglan sigur, at hetta verður viðgjørt sum eitt brot á víkiskylduna og tískili verður lagt upp til, at bilførarin skal missa koyrikortið treytað. Tað merkir, at hann skal taka koyrikortið av nýggjum, áðrenn tríggir mánaðir eru farnir, annars missur hann tað.
Løgreglan sigur, at fýra bilar fingu skaða, tveir bilar í hvørjum av óhappunum, og teir fóru rættiliga illa. Í báðum førum varð sjúkrabilur boðsendur og eitt fólk varð flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar eftir hvørt av óhappinum
Tað vóru eisini fleiri onnur óhapp í ferðsluni í gjár, men tað vóru óhapp, har bilar fóru útav, uttan at stórvegis skaði hendir á teir, og uttan fólkaskaða annars.
Annars hevur tað verið stak friðarligt hjá løgregluni í nátt.