Tvey ferðsluóhapp hava verið í morgunferðsluni í morgun, annað í Norðragøtu og hitt á ringvegnum um Havnina.
Bæði hendu um átta tíðina í morgun og í báðum førum var orsøkin hin sama, ein bilur breyt víkiskyldu sína.
Í Norðragøtu var talan um ein bil, sum kom úr bygdini og skuldi út á landsvegin omanfyri fótbóltsvøllin. Hesin brýtir eftir øllum at døma víkiskyldu sína, tí tá hann kemur út á vegin, verður hann árendur av einum bili, sum er á veg norður eftir landsvegnum.
Í Havn hendi óhappið á vegamótinum millum Hoyvíksvegin og Eystara Ringveg. Eisini her hevði bilurin, sum kom av Hoyvíksvegnum og skuldi út á ringvegin, ikki sæð seg nóg væl fyri, og var blivin árendur av einum øðrum.
Sambært vakthavandi á løgreglustøðini hendi ongin álvarsamur fólkaskaði í hvørgum óhappinum. Sjúkrabilar vóru tó boðsendir og onkrir bilførarar vóru koyrdir á Landssjúkrahúsið til kanningar.