Tvey ferðsluóhapp í hálkuni

Tað var hált í gjárkvøldið

Tað var hált í gjárkvøldið, men tað hoyrdi løgreglan ikki nógv um. Kortini hendu tvey ferðsluóhapp í Eysturoynni í tí sambandi

Á skála fór ein lastbilur út av, har var eingin fólkaskaði, og skrokkskaðin var heldur ikki stórur.

Á Skipanesi fór ein persónbilur út av, tí hann kom ikki ígjøgnum svingið við rundkoyringina, men helt leiðina beint fram. Føroyarin varð førdur á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Landsverk sigur, at í morgun er eisini vandi fyri hálku at kalla um alt landið