Í gjárkvøldið bleiv løgreglan í Runavík tilkallað til eitt ferðsluóhapp, sum var hent í rundkoyringini omanfyri Norðskála.
Ein bilur setti brádliga ferðina niður í rundkoyringini, og bilurin aftanfyri megnaði akkurát at steðga. Triði bilurin var tó ikki so heppin, og hann rendi í reyvini á næsta bilinum, sum síðani rendi á fremsta bilin.
Beint sum løgreglan var komin til rundkoyringina, fingu teir fráboðan um enn eitt ferðsluóhapp, sum var hent hinumegin tunnilin, og sambært løgregluni ljóðaði hetta óhappið rættiliga álvarsamt.
Teir vóru skjótir á staðnum, og har var ein bilur við tveimum ungum monnum koppaður runt á vegnum. Annar teirra var blivin fastur undir bilinum, men tá løgreglan kom á staðið fingu teir mannin út, og báðir blivu sendir á landssjúkrahúsið.
Bilurin, sum teir báðir ungu menninir koyrdu í, var stutt sagt í knúsi, og sambært løgregluni hendi óhappið, av tí at telefonin hjá føraranum júst ringdi. Tá hann so skuldi taka hana, misti hann tamarhaldi á bilinum.
Lukkutíð fyri teir báðar ungu menninar fekk eingin álvarslign skaða í óhappinum.