Tvey ferðsluóhapp av hálku

Seinasta samdøgrið hava bara tvey ferðsluóhapp verið av hálkuni kring landið Ein bilur fór útav omanfyri Hvítanes. Hesin bilurin endaði á liðini, men ongin mannskaði var.

Hitt ferðsluóhappið var í Klaksvík, har ein bilur misti tamarhaldið av hálku og kava. Hetta hevði við sær, at hann rendi á eina annan bil. Heldur ongin mannskaði var har.

Hetta veit vakthavandi á politistøðini í Havn at greiða frá. Hann vísir somuleiðis á, at fólk skulu vera varin, tá tey koyra í hálku