Tvey farvæl

Eftir taptu hálvfinalurnar søgdu bæði hollendski og portugisiski venjarin farvæl

Teir báðir venjararnir hjá Portugal og Hollandi, hava báðir lagt frá sær, nú tað ikki eydnaðist landi teirra at vinna seg frram til finauldystin í EM-endaspælinum.


Óvæntað

Hósdagin kom tað sum ein skelkur, tá væl lýddi portugisin, Humberto Cuelhos, legði frá sær.

Síðani hann tók við róðrinum hjá artugal, hevur tjóðin ment seg frá at hava nakrar evnaríkar leikarar, sum kortini ikki eru nóg góðir tá á stendur, til at verða eitt lið, sum roknast kann við í altjóða kappingum.

Sum leikari hevði Cuelhos eina glæsiliga yvrkisleið, har hann við felagið sínum, Benfica, vann portugisiska meistaraheitið fleiri ferð.


Farvæl til ein legenda

Hevði Cuelhos eina glæsiliga yrkisleiðsum leikari, so var hon tað ikki minni hjá Hollendska Frank Rijkaard.

Sum leikari var hann við til at vinna alt tað, sum ein leikari kann hugsa sær, við undantaki av sjálvum heimsmeistaraheitinum.

Eftir taptu hálvfinaluna móti Italia segði Rijkaard, at hann hevði bert eittans mál, at gerast europameistari, og nú hetta ikki gekk, helt hann tað vera tíð til, at aðrar kreftir kunnu sleppa at royna seg.

Hóast Holland hevur staðið seg væl í endaspælinum, so hevur Rijkaard ikki altið verið væl viðfarin í bløðunum. Holland spæli illa í nógvum venjingardystum, og ikki fyrr enn eftir 6-1 sigurin á Jugoslavia, fekk hann veruligan stuðul frá fólkinum., uttan at nøkur avgerð fall, og líkt varð til, at dysturin skuldi avgerast við brotsspørkum, og tað varð hann kanska á ein hátt.

Longda leiktíðin var nevnliga um at vera liðug, tá Xavier nýtti hondina, í eini desperatari roynd at verja fyri einum skoti frá Wiltord. Dómarin varnaðist einki, men linjuverjin hevði sæð hendingina, og sostatt endaði alt við, at dómarin bríkslaði fyri brotssparki.

Portugisar mótmæltu bæði væl og leingi, men einki fekk dómaran at broyta avgerðina, og tá Zidane so endiliga slapp at skjóta, var hann ósvikaliga tryggur.

Ein brotssparksdómur er altíð ein keðiligur endi á einum slíkum dysti, men í hesum førinum kundi tað tó ikki verið øðrvísi. Tað hevði tó verið munandi stuttligari, um dysturin varð avgjørdur einar tveir minuttir undan hesum. Tá hevði Zidane fintað einar fýra mótstøðumenn, men tá seinasta avleveringin skuldi gerast, fekk portugisiska verjan kortini fatur á bóltinum.


Søgulig finala

Sostatt verður talan um ein finaludyst millum Frakland og Italia, og bæði fara helst at gera sítt til at skriva ein part av fótbóltssøgu.

Italia hevur ikki vunnið nakað heitið, síðani teir í 1982 vunnu HM, og tá italiumenn sjálvir halda seg vera eitt sjálvsagt stórveldi innan fótbóltin. Harafturat hevur italski venjarin, Dino Zoff, møguleikan at gerast fyrsti maður, sum hevur verið europameistari bæði sum leikari og venjari. Zoff vardi nevnliga italska málið, tá Italia í 1968 vann EM.

Frakland kann tó eisini skriva søgu, um teir vinna. Teir gerast tá fyrsta land, sum samstundis kann kalla seg heims- og europameistara.

Sostatt verður undir øllum umstøðum søguskriving sunnukvøldið, men hvat lið verður meistari, er ilt at siga. Fraklendingar hava sýnt betra spælið higartil, og teir mugu helst metast sum favorittar at vinna dystin.

Hinvegin hevur Italia verið sera sterkt, og hóast teir kanska ikki hava sýnt so vakurt spæl, so hava teir í øllum førum eina sterka verju, og tað er í øllum førum ein góð fortreyt at hava.

Undir øllum umstøðúm er líkt til, at talan verður um eina sera spennandi finalu, tá skíggin verður tendraður sunnukvøldið.