Fyrsti dagur á EJM hevur roynst væl hjá føroysku svimjarunum. Tvey føroysk met er tað blivið til í gjár.
Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti í dag føroyskt met og juniormet í 400 metra blandaðari svimjing á langgeil. Hon svam teinin upp á 4:59.73. Hon átti sjálv føroyska metið og juniormetið, sum far 5:00.47. Tað svam hon í kapping í Reykjavík í januar. Hon er sostatt fyrsta føroyska kvinnan, sum svimur 400m blandað upp á undir 5 minuttir, skrivar svimjing.com.
Eisini í fyrstu kappingini í stevnuni bleiv eitt føroyskt met sett. Tað var Ásbjørg Hjelm, sum javnaði gamla føroyska meti í 50m bringusvimjing. Tíðin var 34.61, sum er júst tað sama, sum hennara egna gamla met frá Reykjavík International Games í 2015.
- Hon hevði nokk gjarna viljað svomið bara ein hundraðpart skjótari, skrivar svimjing.com.
Sjey føroyskir svimjarar luttaka í EJM, sum er í Ungarn í hesum døgum.
Á kykmyndini omanfyri sæst teinurin hjá Ásbjørg Hjelm í morgun.