Í dag var aftur føroyingauppgerð í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ tóku ímóti Brandi Halgirssyni og hinum hjá Ajax seinnapartin í dag. Endin var, at Brandur og liðfelagarnir vunnu rættiliga tryggan 32-27 sigur. Í steðginum var Ajax á odda 19-13.
Rói Berg Hansen skoraði fýra mál fyri HØJ. Brandur Halgirsson skoraði eitt mál fyri Ajax í dag.
Landsliðsveteranurin, Rókur Akralíð og liðfelagarnir í HEI Skæring vunnu á heimavølli eftir ein spennandi og javnan dyst 33-31 á Team Sydhavsøerne. Í steðginum var javnleikur 15-15. Rókur skoraði fýra mál fyri HEI Skæring.
Føroysku spælararnir hjá SUS Nyborg, Tróndur Mikkelsen og Pætur Mikkjalsson gjørdu sær ikki fyri skommum í dag, tá SUS Nyborg á útivølli tapti fyri Skovbakken sum vann 33-29. SUS Nyborg var betri við fyri steðgin, og í steðginum var Skovbakken bert á odda við einum máli 15-14.
Tróndur Mikkelsen skoraði fimm mál, og Pætur Mikkjalsson skoraði trý mál fyri SUS Nyborg í dag.
Ígjár tapti Teis Horn Rasmussen saman við liðfeløgunum í TMS Tønder 24-33 fyri Nordsjælland á útivølli. Í steðginum var Nordsjælland á odda 16-10.
Teis Horn Rasmussen skoraði tvey mál fyri TMS Tønder.
Støðan:
Nummar | Lið: | Dystir | Stig |
1 | Nordsjælland | 22 | 39 |
2 | Skive fH | 22 | 38 |
3 | Ajax | 22 | 29 |
4 | HC Midtjylland | 22 | 29 |
5 | HØJ | 22 | 27 |
6 | Sydhavsøerne | 22 | 24 |
7 | Grindsted | 22 | 23 |
8 | Skovbakken | 22 | 23 |
9 | Otterup HK | 22 | 20 |
10 | HEI Skæring | 22 | 19 |
11 | Tønder | 22 | 15 |
12 | HC Odense | 22 | 9 |
13 | Vendsyssel | 22 | 8 |
14 | SUS Nyborg | 22 | 5 |