Tvey føroyingalið á uppflytingarkós

Vendsyssel FF og Fremad Amager vunnu í dag. Vejle leikti javnleik á heimavølli

Tey trý føroyinga-liðini í næstbestu donsku fótbóltsdeildini vunnu sjey av níggju møguligum stigum í dag. Tvey av føroyinga-liðunum eru eisini á uppflytingarkós, og tað triðja føroyinga-liðið er ikki so nógv stig aftanfyri. 

 

Vendsyssel FF, sum hevur eina góða gongd vann 3-1 á Næstved á útivølli. René Shaki Joensen fekk teir seinastu 20 minuttirnar á vøllinum. Tá hann kom á vøllin var støðan 2-0 til Vendsyssel FF. Tá sjey minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini kom spenningur í dystin, tá heimaliðið minkaði um munin, men Tiago Lienco staðfesti sigurin heilt ímóti dystarenda. Komandi sunnudag tekur Vendsyssel FF ímóti AB.

 

Bæði Heini Vatnsdal og Bárður J. Hansen vóru at síggja á liðnum hjá Fremad Amager, sum á útivølli vann 2-1 á AB í Gladsaxe. Tíverri mátti Heini Vatnsdal av vøllinum við skaða, tá 40 minuttir vóru farnir av dystinum. Bárður J. Hansen var við í onkrari góðari atsókn í seinna hálvleiki. Olcay Senoglu gjørdist aftur í dag tann stóra hetjan hjá Fremad Amager. Hann syrgdi fyri báðum málunum hjá Fremad Amager. Komandi sunnudag tekur Fremad Amager ímóti Roskilde FC á heimavølli á leikvøllinum í Sundby á Amager.

 

Viljormur Davidsen og liðfelagarnir í Vejle megnaðu ikki at knógva FC Fredericia í grannauppgerðini, sum var spæld í Vejle. Talan er um eitt løgið kappingarár hjá Vejle, har tað gongur væl at vinna á útivølli, meðan tað gerst talan um nógvar javnleikir og tap á heimavølli. Vejle er tó ikki so ræðuliga langt frá oddinum. Hósdagin 17. november tekur Vejle ímóti Næstved á heimavølli.

 

Tað er sera spennandi í oddinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Og sæð við føroyskum eygum er tað hugaligt at síggja, at Vendsyssel FF liggur, sum nummar tvey, og Fremad Amager liggur, sum nummar trý :

 

#
1 Hobro1684429 - 1628
2 Vendsyssel FF1683526 - 2127
3 Fremad Amager1666423 - 1824
4 HB Køge1658318 - 1323
5 FC Roskilde1665517 - 2123
6 Skive1672716 - 2623
7 FC Helsingør1657422 - 1922
8 Vejle1656522 - 1421
9 Nykøbing FC1663720 - 2221
10 Fredericia1655615 - 2020
11 Næstved1653825 - 2918
12 AB Gladsaxe16321118 - 3211