Amerikanska samveldisløgreglan FBI hevur tikið tvey fólk afturat í sambandi við ta miseydnaða yvirgangsálopið á Times Square í New York herfyri. -Vit kunnu vátta, at vit hava framt fleiri húsarannsóknir í landnyrðingspartinum av USA, og í tí sambandi hava vit tikið tvey fólk, sigur ein talskvinna fyri FBI.
Hon vil ikki siga, hvar fólkini eru tikin, men amerikanskir fjølmiðlar siga, at FBI hevur rannsakað fleiri bústaðir í Massachussets, New Jersey, Connecticut og í statinum New York.
Frammanundan hava amerikonsku myndugleikarnir Faisal Shahzad sitandi í varðhaldi í sambandi við sama mál. Hann bleiv tikin, júst sum hann ætlaði sær úr USA við flogfari til Dubai.










