Tvey fólk skotin á Virginia Tech

Ein byrsumaður hevur skotið tvey fólk á lærda háskúlanumVirginia Tech í USA, og løgreglan leitar nú eftir drápsmanninum.

Sambært fjølmiðlunum skjeyt byrsumaðurin fyrst ein løgreglumann, og seinni skjeyt hann eitt fólk á einum pakeringsplássi í grannalagnum. Løgreglan hevur avbyrgt alt økið. Sagt verður, at byrsumaðurin er hvítur, men løgreglan veit ikki, um hann hevur eina skammbyrsu ella eina riflu.

Virginia Tech gjørdist kendur um allan heim fyri fýra bárum síðani, tá 32 fólk lótu lív har, tá ein 23 ára gamal vápnaður maður gjørdist frá sær sjálvum.